| Ein fløga við triphop og jungle tónleiki á føroyskum? tað ber til. tað siga í hvussu so er ova og [messell], sum hava útgivið fløguna "sum"
Heiti á bólkinum ber boð um, at tað er eitt serligt slag av tónleiki, ið talan er um. hetta er ikki mentannarsnobbarí ella enn ein roynd at bjarga heiminum. hetta er triphop og jungle. undirgrundartónleikur úr evropeisku stórbýunum. tey, sum kenna prodigy, vita, at hetta er aðrir tónar, enn dagligdagurin bjóðar. hetta er fyrstu ferð, at hetta slag av tónleiki við føroyskum teksti er at hoyra í føroyum. ova og [messell] møttust á einari veitslu her á klettunum í 1989. [messell] spældi tá við í "tvass" og "stagefride". ova spurdi terja, um hann hevði hug at gera tónleik saman við sær, tí at ova var tá farin at gera løg og orð. jú, tað var ikki at siga, teir byrjaðu beinanvegin at arbeiða saman. báðir dámdu tað, sum kom burtur úr samarbeiðinum. alt summari í 1989 arbeidu teir saman við tónleikinum. ova flutti til danmarkar tað árið, men hóast tað, so hildu tei fram við tónleikinum. hvørja ferð ova var heima í føroyum og vitjaði, hildu teir fram við at gera løg. tá ið [messell] flutti niður, varð tað lættari at hittast. tað gjørdu teir mangan, og altíð var tað fyri at gera løg.
Dansitónleikur á ein annan hátt
dagsins dansitónleikur verður vanliga fjørdur so, at furst verður eitt sokallað "loop" funnið, sum tónleikarunum dáma. síðan verður ein bassgongd løgd omaná, og at enda verður lagið gjørt. hetta er júst tað øvugta av tí gamla háttinum at gera tónleik. men [messell] og ova nýttu gamla háttin. teir gjørdu løgini fyrst við kassagittaranum, og síðan funnu eir "loopini" og løgdu restina til rættis. byrjanin til fløguna var, tá ið [messell] hevð sent ova eina útgávu av einum lagið teir høvdu gjørt. ímeðan hevði ova sitið við sama lagnum og hevði sent [messell] eitt band við júst sama lagnum á. báðar útsetingarnar vóru ymiskar, men teimum dámdi væl báðar útsetingarnar. tá var tað, at tankin, um at gera eina stakfløgu við tí eina lagnum í teimum útsetingum á, kom.
Hjálp frá TUTL
teir settu seg í samband við kristian blak, og spurdu hann, um tutl var áhuga í at geva eina stakfløgu út, men kristian blak róði upp undir, at teir heldur skuldu gera eina fløgu við fleiri løgum á. teir høvdu nógv løg liggjandi, men tey vóru bert gjørd við kassagittaranum. men teir fóru so í gongd. nøkur av løgunum vóru somul, so teir royndu at nútímans gera løgini. triphop og jungle er tónleikur, sum ova lurtar nógv eftir í keypmannahavn, har hann býr. hetta er underground tónleikur, sum er at hoyra á steriobar og oslobar eru kendastu jungle støðini í keypmannahavn. men teir hildu, at tað kanska var í so nógv av tí góða, at loypa á føroyingar við jungletónleikinum. hetta eru jú tónar, sum ikki eru dagligdagur her heima. tí er tað, at teir brúka jungle og triphop meira sum íblástur á fløguni. teir hava eisini tvey akustisk løg á fløguni fyri ikki aat sleppa rótunum sum tað verður sagt.
Forritaður tónleikur
ova sigur, at hann spælir ikki løg, men hann forritar løg. hann helsur ikki, at tað er nakað skeivt í at kalla tað forrita. stórur partur av dagsins tónleikur er beinleiðis forritaður. ova sigur, at hann torir væl at standa inn fyri tí, tí at tá ið alt kemur til alt, er tað hugurin at skapa nakað, sum hevur alt at siga. ova legði seg ongantíð eftir aat spæla nakað instrument, men hann sigur skemtandi, at hann altíð hevur droymt um at lært at spælt trompet, men at hann veit ikki hvussu tað verur við teimum dreymunum, møguliga verður tað næsta ætlanin hann fer ígongd við.
Hetta er ikki geykaratónleikur
orðini eru ikki skrivað til konufólk ella til manmfólk, men eg havi skrivað til "tín", sogur ova, fyri nøkrum árum síðan var ova í einari sjónvarpssending, sum kallaðist "úr myrkrinum", har hann greiddi frá hvussu tað var at verða homoseksuellur. tí er tað mong, sum halda, at hetta er ein homo-fløga, men tað er tað ikki, sogur ova. eg kann ikki fara at skriva til eina gentu, tað kenni eg einki til, men hinvegin, so kann eg heldur ikki fara at skriva til mannfólk, tað hevði verið alt ov provokerandi. tí havi eg valt at skriva til "tín", sigur ova og leggur afturat, at tekstirnir eru skrivaðir frá umhvørvinum, sum hann kennir.
maður:glotti
Í fyrstuni kallaðu teir seg bert mamma, men tað hildu teir vera eitt sindur ov stuttligt. teir høvdu hug at fáa sær eitt navn. sum kundi fáa tankarnar hjá fólki at rørast, samstundis skuldi navnið hava eitt ð í. skjótt funnu teir orðið maður, men tað hildu teir mangla eitt ella annað. at enda settu teir seg við orðabókini, og har duttu teir yvir orðið glotti, har tann danska týðingn er "hul i skyerne og man ser blå himmel". teir spældu aftur framm við orðunum, og avgjørt var at seta eitt kolom ímillumm syri at geva rúmd til tankar. ova hevur gjørt orðini og saman hava [messell] og ova gjørt løgini. ova er hálvur norðmaður og hálvur føroyingur, og eftir longri tíð á flatlondum, er tað málsliga ikki so gott, sum hann fekk málkon at hyggja ígjøgnum orðini, fyri at tey skuldu verða í lagið.
Jónheðin H. Tróndheim
(brot úr greinuni) |