Ein originalur maður: ein originalur glotti, Oyggjaskeggi, Færøerne. |

Í fjør kom í føroyum út ein av mest originalu fløgunum, ið nakrantíð er givin út á klettunum. hetta er fløgan "sum". tað eru teir báðir ova og [messell], sum mynda bólkin maður:glotti, ið hava gjørt øll løgini og skrivað allar tekstirnar. Fyrst vil eg siga, at hetta er ikki ein fløga eg vildi ognað mær beinabegin tí hetta slagi av tónleiki hevur ongantíð sagt mær tað stóra. men, við stórari virðing fyuti øllum tónleiki, ið gjørdur verður vil eg siga eftir at hava lurtað nakrar ferðir eftir henni, at mann gerst meir og meir hugtikin av fløguni oftari mann lurtar. hetta er ein fløga, har tekstir og løg ikki eru smíðjaði, og síðan tveitt niður á fløguna uttan samanhang. nei, hvørt lagið er væl gjøgnumtonkt, vælgjøgnumført og væl uppset.
Tó eru løg, sum kunnu sigast at vera fólkatónleikur. tvey løg eru spæld akkustiskt inn. einasta ljóðføri er ein kassagittarur. kafeljóðini gera pallin á lagnum "hvønn taskar tú við nú?" og "hvat er ein menniskja?" er eitt akkustisk lag - eitt av teimum frægu, eftir mínum tykki. Tekstirnir! ja, tekstirnir. hvat er at siga um teir? jú, hetta er ein tann fyrsta fløgan leingi, har ongar stavivillur hava missprýtt húsan. Høvuðstemaðið, er eitt hugtag vit øll kanna - nevnliga tilvera. Og aðrir elementerir spurningar. summir av tekstunum bera brá av leitan. leitan eftir tí seksuella. fyri at finna tað dagliga stevið, máa avbjóðingar setast, fyri at eitt mark kann náast. Einsemið verur eisini tikið framm. tann fremmandageranin, sum vit øll berjast við. tess meir menniskju mann er ímillum, tess størri kenst einsemið. men maðurin/menniskja sær altíð ein glotta at ganga ímóti. tað er hesin glotti, "sum" eykennur bæði tekstin og tónleikin á hesi fløguni. Leggjast skal afturat, at maður:glotti spælir til kafékvøld inni í føroyahúsinum tann 20. februar klokkan 21:00. |