CD anmeldelse, Krydd, Dimmalætting, Færøerne.
05/01 - 2000.





Nakin? ella berur?

Hetta er tann brennandi spurningurin, tá talan er um nýggju fløguna hjá maður:glotti, ið kom út beint fyri jól. tað eru teir báðir ova og [messell], ið standa aftanfyri hetta undrunarverda navnið.

Á fløguni nakin? er talan um eina blanding av kensluligum løgum á tann hátt, at tað eru kenslurnar, ið sita í hásæti. við kensluligum meini eg ikki bert tær vanligu "eg elski teg" kenslurnar, hóast hesar eisini spæla ein stóran lut, men meira, at nógvar kenslur sleppa upp í part. eisini illfýsni, vónloysni og girnd.

Hetta er onnur fløgan, sum bólkurin maður:glotti hevur givið út, og teir hava eisini gjørt allan tónleikin sjálvir, eins og teir hava skrivað tekstirnar og leikað á ljóðførini sjálvir, so sigast má, at hetta er ein ógvulia egin fløga.

Hvør stílurin er, kann eg ikki siga, men hann er nakin á tann hátt, at nærum einki ljóð er við á fløguni, sum ikki er neyðugt, og hetta hevur við sær, at røddin og sjálvt lagið traðka tíðiliga fram, og hetta er ikki altíð gott, tí at um ikki boðskapurin er ein, ið er viðkomandi og røddin ógvuliga góð, so er hetta vandamikið.

To skal ikki sigast, at hetta er ein vánalig fløga. als ikki. hon er spesiel, og hon er nýskapandi í føroyum. fleiri av løgunum eru eisini stuttlig at lurta eftir, og ikki minst myndirnar inni í húsanum eru stuttligar at hyggja at, tí at hesi ting veruliga eru annarleiðis, og einki er at ivast í, at hetta er nakað erlilgt og vágandi, ið teir báðir tónleikararnir hava gjørt við fløguni, men tað er líkasum ikki nóg mikið á ein ella annan hátt.

Um hetta er ein nakin? ella ein ber? fløga, er síðan upp til tann einastaka, sum lurtar eftir fløguni at meta um. eg haldi at hon liggur mitt í millum onkurstaðni.

Elin Michelsen