CD anmeldelse, Dimmalætting, Færøerne. |

Fløguummæli af maður:glotti: nakin? (TUTL records) maður:glotti, bólkurin við løgna navninum, løgnu løgunum og løgnu tekstunum, hevur givið sína aðru fløgu út, sum duoin kallar »nakin?«. lat tað verða sagt beinanvegin - hetta er ein løgin fløga. Fløgan leggur út við tveimum løgum um hjartasorg - fyrst eitt kensluborið lag, og síðan ein kavaódn av einari rasistiskari útspottan, sum helvtin av duoini, ova, eftir øllum at døma spýtir eftir einum fyrrverandi sjeiki. provokerandi? ja. eftir at hava lurtað eftir lagnum, kennir man seg ógvuliga illa næstu ferð ein myrkur maður gongur framvið tær - har er eingin bøn. sig so onkur at føroyar ikki eru eitt liberalt land.
Mín persónliga uppliving av fløguni er, at hon kundi verið betur, um útsetingin av tónleikin varð varierað meira, trummurnar dempaðar nokkso nógv, og sangararnir høvdu verið meira varugir við sínar egnu avmarkingar, ikki minst innan falsett-sang. men hvat? fløgan kann í hvussu er ikki lastast fyri at vera traðka í gomul fótaspor. 55 % |