Koyr Blámannin Á Bláman, Sosialurin, Færøerne.
21/12 - 1999.


maður:glotti. teir báðir ova og [messell] hava givið út eina djarva fløgu, har bæði orð og myndir og kanska eisini tónleikurin eru øðrvísi. hon er gjørd á veg til sumbiar.

manningin í bólkinum maður:glotti er aftur komin við fløgu.

fyri tvey ár síðani kom maður:glotti við fyrstu fløguni.
fyrrí ár kom [messell] við stakfløgu og nú hava ova og [messell] givið enn eina fløgu undir heitinum maður:glotti - nakin?

og teir smæðast ikki.
longu á fyrru fløguni, og pallframførsluni tá, hevði bólkurin hug at taka upp ymisk evni, ið ikki eru vanlig at hoyra um. eisini hendan fløgan er persónlig og tekstirnir fjala einki og tykjast vera úr egnum veruleika.

maður:glotti leggur dent á tað persónliga við djarva fløguhúsanum, har lítið er eftir til hugflogið. onkutíð einki. tó er t.d. forsíðan stuttlig, tí fløgan nevnist nakin? og spurningurin er góður, tí er viðkomandi á forsíðuni nakin? ova er listafólk og hevur staðið fyri húsanum, ið má matast at hava ávíst listarligt viðri.

eisini orðini eru djørv. t.d. tá sungið verður um, at "eg helt meg hava funnið mær ein myrkamorreyðan at fylgjast við... nekari, tú ert littur, afrikanari, ...svertingur ...koyr blámannin á bláman, tí litirnir hóska sera væl saman".

eisini tónleikaliga er talan um øðrvísi stíl, enn vit vanliga houra og teldan hevur leiklut.

teir siga seg hava gjørt fløguna á veg til sumbiar.

hon er upptykin í nibe, danmark og tutl gevur út.

dagfinn olsen