Himmalin var klárur og veðrið var gott, tá ið føroyska frumframsýningin ”Eggin” var á Norðuratlantsbryggjuni fríggjadagin 19. oktober.
Størstu nøvnini innan føroyska sniðgevaraheimin sýna brot úr nýggjastu kollektiónum teirra frá 2007 á framsýningini. Millum hesi nøvn eru m.a. Guðrun & Guðrun, Beinta Willhelmsen og Barbara í Gongini.
Barbara í Gongini hevur eisini staðið fyri arbeiðinum undan framsýningini.
- Hóast nógvir ymiskir sniðgevarir eru við á framsýningini, hevur tað ikki verið so trupult at fáa framsýningina gjørda. Eg fekk lykilin til hølið fyri nøkrum døgum síðani og tí havi eg eisini havt góða tíð til at fyrireika alt, sigur Barbara við einum stórum smíli.
Tá ið man kemur inn í hølið sæst beinanvegin, at nógv hevur verið gjørt burtur úr smáu detaljunum. Í einum horni, har Dennis Agerblad sýnir serligu kollektión sína, standa nøkur sjónvørp, sum vísa nakrar
listarligar filmar. Hóast tað sýnist eitt sindur trupult at fáa greiðu á, hvat hesin filmurin snýr seg um, standa fleiri fólk og granska filmarnar.
Meðan sniðgevarirnir standa og greiða áhugaðu áskoðarunum frá kollektiónunum, spælir populera danska dj-parið ArtRebels nøkur friðarlig løg, ið hóska sera væl til serliga huglagið inni á
Norðuratlantsbryggjuni henda dagin.
Framsýningin verður at síggja á Bryggjuni til og við 19. januar 2008.
© Annika Hedegaard Isfeldt - Sosialurin |