Nýtt land fær pissið at kóka
Petur Pólson tann 09/07/2008 kl. 00:48
"hví hyggur tú eftir okkum? hevur tú aldrin sað maður:glotta fyrr?
er tað nakað tú vilt? ella stendur tú bara og lurtar eftir, hvat vit tosa um?
kanska vit eru loyndar fullir. men um tú hoyrir slatur. spyr okkum og vit skulu svara tær".

Dennis Agerblad ella Ova (mynd: myspace)
Hesi orð standa at lesa um maður:glotti inni á teirra myspace síðu. Teir, sum manna bólkin eru, Messel og Ova (ella Dennis Agerblad).
Fløgan, Land, er triða útgávan hjá maður:glotti. Fløgan "Sum" kom í 1997 og so kom "Nakin" í 1999 (tú veitst, tann við teirri eitt sindur naknu permuni).

Messell (mynd: myspace)
Á nýggju fløguni eru - umframt nakrar heilt einastandandi fantastiskar myndir - 14 løg og ljóða seg, sum alt tað, teir hava givið frá sær frammanundan, sera gott og hugvekjandi.
Á teirra heimasíðu kanst tú hoyra brot úr fløgunum - eisini hesi nýggju - og síggja eitt nýtt sjónbandalag.
maður:glotti heimasíðan
myspace.com/maurglotti |