maður:glotti fremhæves som en af de mest spændende grupper på G! mini Festivalsprogrammet. Færøerne.
19/07 - 2008.


Kalt á G! Mini

G! Mini legði út við køldum og vátum veðrið, tá Karius og Baktus sum teir fyrstu trinu á pall í grundini á Syðrugøtu. Best umtókti bólkurin í kvøld var uttan iva maður:glotti í síni einføldu og samstundis øðrvísi framførslu

Eilen Anthoniussen. - email: eilen@dimma.fo
Leygardagur 19. juli 2008, kl. 02.29
www.dimma.fo

Íslendsku plátuvendararnir Karius og Baktus fingu æruna at byrja á G! Mini í gjár klokkan 16.00. Men tað var í regni og vindi at plátuvendararnir settu hol á festivalin. Tá G! Mini lat dyrnar upp seinnapartin í gjár, var lítið av fólki at síggja í Syðrugøtu, har tað annars plagar at vera tjúkt í fólki fríggjadagin á G!. Men út á kvøldið hevur nógv fólk leitað sær til Syðrugøtu, har tónleikurin um vikuskiftið verður settur í hásæti.
Á skránni í gjárkvøldið vóru kend nøvn sum Petur Pólson, Guðrið Hansdóttir, Lena Andersen, Sic og Tinganest, og tað var týðiligt at síggja, at fólk leitaði sær til kenda tónleikin framum tann nýggja og meir óroynda. Men ein bólkur fekk fólk at hoppa og dansa, nevniliga maður:glotti. Í øllum sínum einfeldni og dansivinarligu diskorútmum fekk føroyski bólkurin í útlegd sannført fólkið um at maður:glotti er ein av mest spennandi bólkunum á G! Mini skránni.
Síðan Karius og Baktus lat upp veitsluna í gjár klokkan 16.00, hava plátuvendarar sum Playmo, Mrs Duplo, DJ Switch, DJ Knýtil og Spencer Jones víst síni kynstur í grundini, har skjótu rútmurnar vera at hoyra til klokkan 04.00 í nátt.
Gjøgnum dagin hava rættir víkingar úr Íslandi sett dám á dagin. Í morgin verður størri tiltak á sandinum, har víkingar koma siglandi inn á gøtusand, ein rættilig víkingabygd verður reist, høvi verður hjá børnum at ríða á hestum, at síggja hvussu víkingar arbeiða, framsýningar og mangt annað.