Manfólkaremuláta við kjólum og femininum streymi í
Í Grundini vóru fá fólk savnað, tá Dennis Agerblad saman við Terja Messel trein á pallin, men væl dungandi rútmurnar og fúli elektrotónleikurin savnaði alsamt fleiri fólk.
Annika Abrahamsen. - email: annika@dimma.fo
Sunnudagur 20. juli 2008, kl. 00.34
www.dimma.fo
Onkur tók til, at tað var syndarliga lítið av fólkið, tá 50% av maður:glotti, klædnasniðgevin og multilistamaðurin fór á pallin. Hetta var so satt, sum tað kundi sigast, tí tað vóru bert 7 fólk í Grundini klokkan 23.00, tá Dennis Agerblad saman við Terja Messel fór á pallin.
Við sær á lítla pallin, um man kann kalla tað soleiðis, høvdu teir báðir eitt klædnastativ, har ymiskir kjólar hingu á.
Dennis Agerblad trein fram á pallin í svørtum høghælaðum skóm, myrkabláum knæsokkum, stuttum ljósareyðum kjóla og einum ljóshærdum parykki við bláum hárbandi.
Tær væl dungandi rytmurnar og heldur provokerandi fúli teksturin hóskaði sera væl saman við kropsmálinum hjá teimum báðum Dennis Agerblad og Terja Messel, ið ikki smæddust við at føla uppá hvønn annan á pallinum.
Longu kálvaknýggjaði beinini og væl svingandi rumpan hjá teimum báðum fekk næstan ein til at ivast í, um hetta vóru mannfólk ella konufólk.
Rytmurnar hava uttan iva verið ein orsøk til, at fleiri og fleiri fólk leitaðu sær oman í Grundina, tí áðrenn ein visti av, var fult av fólki. Nógv dansaðu til sanginar og gott lag var á øllum áhoyrarunum.
Til hvørt lag skifti Dennis Agerblad í eitt annað plagg, og hetta í sær sjálvum var sera undirhaldandi.
Seinasta lagið hjá Dennis Agerblad var onki minni enn væl dámda lagið hjá bólkinum 200, ið kallast “Muscleman-blað”. Til hetta seinasta lagið fór sangarin í eina føroyska húgvu, sum hann hevði keypt í gjár. Syngjandi samkyndi Dennis Agerblad fullfíggjaði konsertina við hesum lagnum, og sigast má at áhoyrarirnir hava upplivað “fúla elektro varrastift í mannfólkaremulátu við kjólum og femininum streymi í”, sum Dennis Agerblad í egnum orðum lýsir konsertina.
|