Føroya hava flutt seg nógv.
Seinast samkyndi Dennis Agerblad var í Føroyum var í 1997. Tá varð rópt ‘reyvari’ eftir honum, men leygarkvøldið framførdi hann fyrsta dragshow í Føroya søgu. Hesi ellivu árini hava Føroyar flutt seg nógv, so mikið nógv, at føroyingurin var klárur til at síggja ein mann dansa og syngja í høghælaðum skóm og stuttum kjóla, metir Dennis Agerblad. – Og eg fekk rætt, sigur hann
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Frá pallinum uppi yvir Grundini gekk leiðin beint niðan í ein kjallara omanfyri, har leikfólk og onnur tóku sær av løttum og hugnaðu sær.
Dennis Agerblad hevur júst havt Føroya fyrsta dragshow nakrantíð. Á plakatini og tíðindaskrivunum, sum komu út um festivalin stóð, at Dennis Agerblad skuldi vera DJ. Í samrøðu í útvarpinum í farnu viku gjørdi Dennis Agerblad greitt, at hann ikki skuldi vera DJ, sum vit vanligt kenna tað, og at hann undraðist yvir, at hann hevði fingið henda tittul. Og áskoðararnir í grundini fingu sjón fyri søgn. Við pumpandi rútmum og provokerandi sangi, dansaði Dennis Agerblad í høghælaðum skóm, stuttum kjóla, parúkki og varrastift.
Lættari við stuttleika
Nú var 38 ára gamli føroyingurin ikki á pallinum longur. Uttan at smæðast yvir fólkini, sum sótu inni í hugnaliga kjallaranum, lat maðurin seg konufólkaklæðunum, lat seg í einar myrkar buksur, svartar skógvar, skjúrtu og ein blazara. Var tað ikki fyri ógvusligu andlitsmálingini, líktiskt hann einum og hvørjum øðrum føroyskum mannfólki. Men Dennis Agerblad hvørki er ella líkist tí, vit vanliga umrøða sum vanlig føroysk mannfólk.
– Kenslan er øgiliga góð, faktiskt fantastisk, tí tá vit byrjaðu framførsluna vóru bara fýra fólk í Grundini, sigur Dennis Agerblad, tá vit sum tað fyrsta spyrja hann, hvat tað er fyri ein kensla hann stendur við, nú hann hevur framført fyri dragshow í Føroya søgu.
– Eg hugsi, at fólk hava hoyrt, at eg skuldi hava eitt show og valdu tí at fara til hin pallin. Men vit byrjaðu at framføra, og tað hoyrdist niðan á vegin, har nógv fólk gekk framvið. Skjótt fyltist við fólki og tað bleiv heilt fantastiskt, greiðir Dennis Agerblad frá.
Áskoðararnir sóu eisini út til at hugna sær. Tað bleiv dansað og flent, og tað fegnast Dennis Agerblad um.
– Fólk flentu beinanvegin, og tað var stuttligt, tí tað verður so nógv lættari at framføra tá, vísti Dennis Agerblad á. Tá hann varð liðugur við framførslu sína róptu fólk um eykanummar, sum Dennis tekur sum greiða ábending um, at fólki helt, at framførsla hansara var í lagi.
Meiri avslappað í dag
Hóast hetta er fyrsta ferðin, at Dennis Agerblad framførir sítt drag show í Føroyum, er tað als ikki fyrsta ferðin, at hann framførir her. Tað er tó við at vera nøkur ár síðani, hann seinast var á palli í Føroyum. Hetta var í 1997, tá fyrsta fløgan hjá maður:glotti kom út.
– Tá gekk eg ein dagin uttanfyri SMS, har ein bilur kom koyrandi framvið, og tað bleiv rópt reyvari eftir mær, fortelur Dennis Agerblad. Tað eru 11 ár síðani, og Dennis Agerblad, sum er samkyndur, heldur tað vera nógv hent í Føroyum hesi árini.
– Tað er heilt øðrvísi í dag. Millum annað sá eg ein drong í Grundini, sum var rættiliga øðrvísi klæddur. Hevði tað verið í Danmark, hevði eg ikki lagt merki til tað, men her hugsaði eg um tað.
Hvat hugsaði tú?
– Eg hugsaði, at her er ein drongur, sum hvílir í sær sjálvum. Eg hugsaði, at tað var feitt, at hann tordi at vera tann hann var, og ikki bara var ein kopi av øllum øðrum, sigur Dennis Agerblad, sum heldur, at tað er meiri avslappað í Føroyum í dag.
Frá Robin, til Ova og Dennis Agerblad
Í tíðindaskrivinum, sum er sent út í samband við, at Dennis Agerblad skuldi framføra á G! mini, stóð, at tað var “Dennis Agerblad ella Ova”, ið skuldi framføra. Hví stóð tað soleiðis? Dennis Agerblad greiðir frá:
– Tá eg vaks upp í Føroyum, kallaði eg meg Robin. Men eg visti, at eg var homoseksuellur og hevði henda persónin í mær. So tá eg flutti niður kallaði eg meg Ova. So var tað, eg møtti teimum, sum eg framføri við og eg fann mína hyll. Tá byrjaði eg so at kalla meg Dennis Agerblad.
Flest allir, ið virka sum dragqueens, velja at brúka konufólkanøvn.
– Men eg vil vísa, at eg eri ein maður, sum nakað annað, enn flestir menn vilja. Tí valdi eg eitt mannfólkanavn, fortelur Dennis Agerblad. Hann skilir seg eisini frá vanligum drag queens á tann hátt, at hann skrivar og syngur sínar egnu sangir, umframt at hann ikki roynir at fjala, at hann er eitt mannfólk. Tí kallar hann seg trash queen.
Føroyingar vóru klárir
Ein trash queen við rættiliga provokerandi tekstum og framførslum. Men tað, sum Dennis Agerblad borðreiddi við í Grundini í gjár, var tó ikki heilt so provokerandi, sum onkuntíð áður. Millum annað hevur Dennis Agerblad einaferð upptraðka í føroyska kvinnubúnanum. Hví fingu føroyingar ikki at síggja eina líknandi framførslu leygarkvøldið?
– Eg kundi ímynda mær, at fleiri føroyingar kundu tikið tað illa upp. Og eg vil ikki bara provokera fyri at provokera í Føroyum, og tískil valdi eg hesa framførsluna, vísir Dennis Agerblad á.
Hetta var, sum áður nevnt, fyrsta framførslan av sínum slagi í Føroyum. Dennis Agerblad stúrir tó ikki fyri, at hann eftir hetta verður stemplaður í Føroyum.
– Eg eri líka glaður um eg verðið stemplaður ella ikki, tí eg havi altíð verið stemplaður í Føroyum. Men eg eri biðin um at hava hesa framførsluna, og eg metti, at føroyingar vóru klárir til hetta. Og eg fekk rætt, sigur Dennis Agerblad og smílist.
Samfelag brúk fyri bólkum
Dennis Agerblad er samkyndur, og sambært honum er tað lættari at vera samkyndur í Danmark enn í Føroyum.
– Ja, tað meti eg, at tað er . Tí í Danmark er eitt umhvørvi, har tú finnur fólk sum eru sum tú. ja, tað haldi eg, tí í dk er eitt miljø, har tú finnur fólk sum er sum tú ert. Í Føroyum eru gjeikararnir so fáir, so tað er ringt at finna fólk, sum líkjast tær. Og tá er tað lætt at verða einsamallur, fortelur Dennis Agerblad frá.
Men hóast samkyndur, so heldur Dennis Agerblad at tað eru tey allar fægstu, sum bara eru til eitt kyn.
– Men sum samfelag hava vit brúk fyri at bólka upp á henda hátt, tí tað ger tað nógv lættari at liva, metir Dennis Agerblad. |