"Musclemanblað" í elektroniskum hami, Sosialurin. Færøerne. |
![]() |

Dennis Agerblad gevur í hesum døgum út eina elektroniska útgávu av ”Musclemanblað” hjá 200 Til sítt Trash Drag Show (sum eisini var Føroya fyrsta dragshow) á G! Mini í Gøtu fyri bert nøkrum vikum síðani, framførdi Dennis Agerblad saman við Terja Messel (sum báðir eisini manna bólki maður:glotti) sína egnu, elektronisku útgávu av ”Musclemanblað” hjá 200. Niels Galán, forsangari í 200, sá showið, og honum dámdi so væl elektro útgávuna hjá teimum, at hann bað Dennis útgeva hana beinanvegin. Lagið er nú lagt út sum staklag á myspace síðuna hjá Dennis og kann takast niður av síðuni ókeypis. Permumyndin er eisini at finna á sama myspace profili undir ”myndir”. Tak ”Musclemanblað” niður av: http://www.myspace.com/dennisagerblad |