maður:glotti interview i den færøske radio af Knút Háberg Eysturstein.
11/08 - 2008.



This text will be replaced by the flash music player.

Rokkstovan 11-08-08 (Maður:Glotti)

55 minutter.

Føroyska útiseta duoin Maður:Glotti breyt í summar níggju ára útgávutøgn við fløguni "Land", ið var útgivin 7 juli. Útgávan er hin triðja hjá bólkinum, ið áður hevur útgivið "Sum" frá 1997 og "Nakin?" frá 1999. Maður:Glotti spældu útgávukonsert á G! Mini, og var hetta einans onnur konsertin hjá bólkinum yvirhøvur á føroyskari jørð (hin fyrra var til Tutl føðingardag í Norðurlandahúsinum í 1997).

Tað eru teir báðir Dennis Agerblad/Ova og Terje Messell, ið mannað Maður:Glotti. Teir báðir skriva løg og tekstir hvør sær og saman, og skiftast um at syngja. Terje spælir gittar og Dennis stendur fyri forritan og synth leiki. Universið teir skapa við teksti og tónleiki, er púra nakað fyri seg. Innan føroyskan tónleik eru teir so avgjørt ein eginsom og áhugaverd rødd. Teir syngja eisini um ting, sum annars eru merkisvert fráverandi í føroyskum rock og popp skaldskapi. Provokerandi og øðrvísi ting onkuntíð eisini.

Rokkstovan hitti teir báðar áðrenn teir fóru av landinum aftur, til eitt prát um tónleikin, tær tríggjar útgávurnar, hvussu teir byrjaðu sum bólkur, hvussu teim hevur gingist og hvat teir annars halda um føroyskan tónleik. Teir báðir hava kenst í 20 ár, og hava spælt saman líka leingi. Samrøðan gjørdist eisini ein stak áhugaverd løta, har hugleitt var um mangt og hvat.

Maður:Glotti: Land "Spurningurin"

Maður:Glotti: Sum "Saknur"

Maður:Glotti: Nakin? "Blámaður"

Maður:Glotti: Land "Dansurin"

Maður:Glotti: Land "Lyklasmiðurin"



http://www.kringvarp.fo/rokkstovan/playlistRead.asp?id=174