- Det ser sku godt ud. Der er i hvert fald ikke nogen landslagsmálningar ímillum, sigur Ole Wich og flennir. Lítli listamaðurin, provokatørurin og almenni kjakarin situr í kantinuni hjá Dimmalætting á Smyrilsvegnum. Hann er ikki ørindaleysur.
- Vi har grovsorteret, så nu skal bare finpudses, sigur hann. Lítla løtu seinni hálar hann fartelduna upp úr ryggsekkinum hjá sær og byrjar at vísa myndir av myndum, sum hann hevur á telduni. Myndirnar, hann vísir, hevur hann ikki gjørt sjálvur. Ístaðin er talan um avmyndaðar myndir, avmyndaðar tekningar, standmyndir og málningar, sum vónafull listafólk hava sent Ole Wich, Eli Smith og Rannvu Holm Mortensen. Tey trý skipa í ár fyri Várframsýningini, sum letur upp í Listaskálanum um 13. mars. Ole Wich fegnast um, at góðar myndir eru ímillum. Sum nakað nýtt, hevur nevndin heitt á multilistamannin Dennis Agerblad um at luttaka sum gestalistamaður á framsýningini.
Dennis Agerblad hevur seinnu árini veruliga verið maðurin við mongu andlitunum – og nøvnunum. Hann hevur givið út tónleik við bólkinum maður:glotti. Hann hevur upptraðkað runt alt Europa við Trashdrag framførslubólkinum Dunst (www.dunst.dk ikki fyri børn og sartar sálir) og so hevur hann bæði málað og fotograferað.
Heini Gaard.
dimma.fo/index.asp?t=fa&i=80DB0936-AC4B-46F9-91E1-FD2F3E0A5B66
|