Trash drag í Listaskálanum, Sosialurin, Færøerne.
11/03 - 2009.


Ein av teimum 15 listafólkunum á Várframsýningini í Listaskálanum, er Dennis Agerblad. Hann hevur millum annað gjørt eina installatión við klæðum frá trash drag veitslum




Evnið á Várframsýningini í Listaskálanum, sum Rannvá Holm Mortensen og Ole Wich hava samskipað, er samleiki. 15 listafólk eru við, og serligur gestur er Dennis Agerblad, sum stendur fyri tí mest sermerktu framsýningini. Hann hevur fingið gott pláss at breiða seg út í høllini, og hevur á fýra snórum hongt upp stykkir av nylonsokkum, hann hevur brúkt gjøgnum árini sum tónleikari og framførari. Í miðdeplinum stendur ein brúðarkjóli, ið er svartur niðast av skitti, frá tí hann hevur gingið í honum eftir gøtunum í Keypmannahavn. Hann er eisini litaður við reyðum, sum um okkurt er stoytt á kjólan.

- Hendan brúktu vit, tá vit tóku upp mítt nýggjasta videolag. Tá skuldi ein transvestittur koma inn við eini skál av bromberum, og missa tey niður á kjólan, og so skuldu nakrir aðrir transvestittar slikka tað av, greiðir Dennis Agerblad frá.

Eftir veggunum hanga kjólar og blusir, hann gjøgnum árini hevur nýtt til sínar mongu konsertir og trash drag veitslur,

- Trash drag er veitsla fyri transvestittar, sum ikki bara vilja vera vøkur, og syngja aftur við karaoke tónleiki. Vit gera okkara egna tilfar, skriva egnar sangir og løg. Onkran av kjólunum, eg havi við á framsýningini her, havi eg eisini gjørt sjálvur.

- Orsøkin til at vit hava valt at bjóða Dennis Agerblad við á framsýningina, er tí at hann er serfrøðingur í samleika. Harafturat er hann undirumboðaður í Føroyum, sigur Ole Wich, annar av fyrireikarunum.

Framsýningin letur upp fríggjadagin, og verður hangandi til 12. apríl.

Eilen Anthoniussen

www.portal.fo/?lg=59494