Bad-taste-party í fínustovu. Sosialurin, Færøerne. |
![]() |

Ársins Várframsýning er átøk einum bad-taste party, sum er sloppið at breiða seg uppiá í fínustovu, sigur ummælarin Kinna Poulsen í Vikuskiftis Sosialinum Kinna Poulsen samanber ársins Várframsýning við sonevnda Skammikrókin í kjallaranum á Ólavsøkuframsýningini fyrr í tíðini, har tey vánaligastu verkini hingu - Tað er júst hesin sami skammikrókurin, ið kemur til hugs, tá tú stígur inn í ársins Várframsýning, ið øll sum hon er, er átøk einum bad-taste-party, ið nú er sloppið at breiða seg uppiá í fínustovu. Onkrir glottar eru tó, ikki minst hjá fjøllistamanninum Dennisi Agerblad, hvørs verk eru nógv tey bestu á Várframsýningini, heldur Kinna Poulsen - Visuelt eru tað sjálvportrettini, sum mynda nógv tann mest áhugaverda partin av framsýningini hjá Dennisi Agerblad, har hann lýsir seg sjálvan í ymiskum leiklutum sum íspegil, pínslarvátta osfr. Millum hinar luttakararnar heldur ummælarin, verkini hjá eitt nú Bárði Oskarssyni, Onnu Kathrinu Højgaard og Jóannesi Lamhauge vísa áhugaverd drøg Temaið á ársins Várframsýning er ”Samleiki”. Men hóast tað er at fegnast um, at høvuðsmyndevnið á eini føroyskari listaframsýning endiliga er okkurt annað enn landsløg, heldur ummælarin, at prísurin hevur verið ov høgur. - Í sær sjálvum er tað jú alletiders og gott klárað, at Pól Skarðenni og hini megna at mála okkurt annað enn landsløg. Men í Tjóðarlistasavninum kennist vantandi góðskustøði heilt einfalt ov pátrongjandi til, at tú sum kritiskur áskoðari kanst ganga treytunum hjá framsýningini á møti. Hervið miseydnast Várframsýningin 2009 sum verkætlan, staðfestir Kinna Poulsen, ummælari. |