Eftir at hava stríðst í fleiri ár við at fáa tónleik útgivnan ígjøgnum ymisk plátufeløg, hevur listamaðurin Dennis Agerblad nú stovnað sítt egna útgávufelag, ið kallast Tunga musiK.
Fyri góðum trimum árum síðani fekk flamboyanti performance bólkurin hjá Dennis, Dunst, bjóðað at geva tónleikin hjá sær út ígjøgnum plátufelagið Useless Salvation Records. Men útgávan bleiv illa móttikin. Ummælararnir toldu slett ikki teir fúlu tekstirnar og øgiligu bøssa-rópini, sum vóru á henni, og eisini distributións-felagið hjá plátufelagnum tók frástøðu frá henni.
- Hatta vilja vit ikki selja. Tað selur ikki. Hvør tímir at hoyra slíkan bøssa tónleik við slíkum bøssa tekstum? Lipstick on my asshole, puuuha, skrivar Dennis í tíðindaskrivi um hugsan teirra.
Hetta úrslitaði í, at plátufelagið stóð eftir við einari stórari rokning fyri tær 1000 framleiddu fløgurnar. Ístaðin fyri at finna ein annan distributør, gav plátufelagið upp og brendi allar tær fløgurnar, sum vóru eftir. Tíbetur hevði Dunst júst havt eina stóra útgávuveitslu, har øll tey 400, sum keyptu atgongumerki, fingu eina fløgu við í keypinum.
Dunst manningin helt tað vera løgið, at man ikki kundi geva homo-tónleik út í homo-toleranta Danmark, tá man kundi tað so nógva aðra staðni. So tey fóru í gongd við at gera sítt egna plátufelag, Dunst Pladeselskab, har bólkalimirnir kundu geva sín egna tónleik út. Ein nýggj fløga varð framleidd, har øll, sum vildu, fingu eitt lag við á. 1000 eintøk vórðu prentað, kassin kom við postinum, men ov illa skipaðar umstøður gjørdu, at kassin nú bara stendur undir einari song og gløðir.
Eftir hetta valdu fimm persónar úr Dunst at gera eitt heilt annað felag, Broken Mirror Records, men sum navnið sigur, brotnaði eisini tað. Nú hevur Dennis Agerblad gjørt sítt egna plátufelag, nevniliga Tunga musiK.
- Nýggjur tónleikur pressar á og vil út. Fyrsta hugskotið var bara at geva mítt Danska Stuttliga Transvestitt Band, mítt Enska Elektro Clash og mítt Føroyska Elektro Folk út ígjøgnum Tunga musiK, men so við og við komu fleiri av artistunum frá Dunst og spurdu, um eg ikki eisini kundi geva teirra tónleik út. So nú eru báðar Dunst fløgurnar útgivnar umframt staklag við Alexis og staklag og fløga við Hairwerk.
- Um tað eru onnur, sum føla, at tey høvdu passað inn hjá okkum, eru tey vælkomin at seta seg í samband við okkum á tungamusik.dk og fáa eitt prát. Ella bara senda eina demo inn. Stílurin fevnir ógvuliga breitt.
Dennis Agerblad er í løtuni eisini í gongd við upptøkur til fjórðu fløguna hjá maður:glotti, sum hann hevur saman við Terja Messel.
- Stílurin á nýggja maður:glotti tilfarinum er aftur elektro folk. Og so arbeiða bæði Alexis og Hairwerk uppá nýggj løg. Vit hava eisini tosað eitt sindur um at gera eina triðju útgávu við Dunst, nú vit hava eitt plátufelag, sum riggar.
Tunga musiK gevur mest út sum niðurlód, og longu nú finst tónleikurin í 100 niðurlód handlum í 25 londum. Millum annað á iTunes og TDC Play. Summar av útgávunum kunnu eisini bíleggjast sum fløga í fysiskum formi. Millum annað Dunst - Shave You Pet og Hairwerk on Maturesh.
Inni á síðuni tungamusik.dk kanst tú lurta eftir einum minutti av øllum teimum útgivnu løgunum.
Seinni í dag kanst tú síggja myndir av artistunum, sum eru hjá Tunga musik, undir Myndaalbum á Mess forsíðuni.
Kelda: Tunga musiK
Mynd: Dennis Agerblad, tikin av Nikolaj Holm Møller
sunneva@mess.fo
mess.fo/fregnir/2009-06-10/Dennis_Agerblad_stovnad_egid_platufelag
|