
Dennis Agerblad hevur nú fríggjadagin 3. juli fernisering í Keypmannahavn fyri nýggju framsýningina "Voksen dukke leg".
Á framsýningini vísir Dennis fram sjálvportrett, ið eru málað við pensli, allar sínar búnar, hárkollur, hondtaskur, stilettar og eina dukku.
Hendan framsýningin er partur av eini triologi, sum skal filmast og klippast saman til ein listafilm.
Fyrsti partur er hendan framsýningin, sum inniheldur tvær framførslur. Annar partur fer fram í Oslo í august. Triðji partur er ikki kunngjørdur alment enn.
Meira verður at frætta um verkætlanina seinni.
Dennis framførir sjálvur við bólkinum hjá sær, Dennis Agerblad Band, til ferniseringina 3. juli.
Tann 17. juli framførir Dennis Agerblad Band aftur.
Framsýningin endar 30. juli.
Fernisering við Dennis Agerblad
3. juli klokkan 19.00
Galleri 036
Udstillings- og projektrum 036
Sølvgade 36
København K
sunneva@mess.fo
www.mess.fo/skapan/2009-06-30/Dennis_Agerblad_fernisering_i_Kmh
|