Konsert við maður:glotti í KMH í kvøld, Mess, Færøerne.
30/07 - 2009

Logo

Dennis Agerblad

Føroyski elektro-aukustiski bólkurin, maður:glotti, sum er mannaður av Dennis Agerblad og Terja Messell, sigur í tíðindaskrivi, at konsert verður á Rock n' Roll Queer Bar í Ráðhúsinum í Keypmannahavn í kvøld klokkan 22. Dyrnar lata upp klokkan 21, og kostnaðurin er 40 krónur.

Konsertin er liður í tiltakinum URBAN MELTDOWN, ið er ein queer music/art/performance festivalur, ið verður hildin á Ráðhúsinum og í Warehouse9. Hetta tiltakið er somuleiðis eitt alternativ til øll onnur queer tiltøk í sambandi við World Outgames 2009, ið verður hildið í Keypmannahavn komandi vikurnar.

mess.fo/fregnir/2009-07-30/Konsert_vid_madurglotti_i_KMH_i_kvld